Spakin settur í til nýggjan barnagarð í Trongisvági

TVØROYRAR KOMMUNA: Tíðin stendur ikki í stað á Tvøroyri. Sama dag sum fiskavirkið Varðin Pelagic hevði reisigildi á havnarlagnum, varð spakin settur í til nýggja barnagarðin í Trongisvági.

Tórsdagin 14. desember 2017 kl. 13:10 varð fyrsta flagið loyst fyri útgrevstrinum til nýggja barnagarðin í Trongisvági. Tað var Anita Vibergsdóttir, virkandi borgarstjóri, ið hevði fingið heiðurin.

Umboð fyri býráðið, umsitingina hjá Tvøroyrar Kommunu, arbeiðstakarar og arkitektar, umframt áhugaðir borgarar vóru á staðnum.

Anita Vibergsdóttir helt fyrst eina røðu fyri teimum, ið vóru komin saman í kuldanum, áðrenn flagið varð loyst.

Anita segði m.a. , at ”nútíðar samfelagið krevur, at vit hava nógv og góð ansingarpláss til børn okkara, og er hetta eisini ein fyritreyt fyri, um vit skulu fáa barnafamiljur at búleikast og trívast í kommununi.

Við nýggja og nútímansgjørda barnagarðinum taka vit í Tvøroyrar kommunu eitt stórt fet í víðari menning av býnum.”

Eftir hátíðarløtuna var lítil samkoma í Ítróttarhøllini í Trongisvági, har Tvøroyrar Kommuna bjóðaði okkurt gott til góman. Til bar at síggja tekningar og annað, ið Brim Arkitektar, ið hava staðið fyri projekteringini, høvdu gjørt.

Í dag verða 52 børn ansað í Mýrifípuni og starvsfólkini eru 10-12 í tali. Tá nýggi barnagarðurin er liðugur er pláss fyri 104 vøggustovu og barnagarðsbørnum, umframt at útibarnagarðurin kann rúma upp til 40 børn.

Fleiri myndir eru her

Facebook viðmerkingar