Fólkatalið 1. juni var 52.562

Tann 1. juni ár var fólkatalið 52.562 og vaks sostatt við 830 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juni 2019 – 1. juni 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 563, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum. Nógv størsti vøksturin er í Tórshavnarøkinum.

Kommunurnar

Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu við 472 fólkum, svarandi til 2,2%. Síðani í Klaksvíkar og Runavíkur kommunum við ávikavist 86 fólkum (1,7%) og 79 fólkum (1,9%).

Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sunda, Sørvágs, Vága, Eiðis, Fuglafjarðar og Nes kommunum.

Lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy er í Eiðis kommunu við 3,4%. Síðani 1. Jan. 2014 er fólkatalið í Eiðis kommunu vaksið úr 678 upp í 768.

Í Suðuroy minkar sum heild, men tó er ein lítil vøkstur í Vágs kommunu.

Les meira her.

Facebook viðmerkingar