Fótbóltskapping fyri øll børn á Eiðinum mánadagin

Fótbóltskapping fyri øll børn U7-U13 (fødd 2007-2014) verður á Eiðinum mánadagin 13. juli frá kl. 13 til kl. 17.

Øll børn kunnu verða við, eisini tey, sum vanliga ikki spæla fótbólt í nøkrum felag.

Øll, sum møta upp sleppa at spæla við 🙂

FSF hava avgjørt at hava nøkur smærri grassroots tiltøk, ella eitt sindur øðrvísi kappingar í summarsteðginum, nú so at siga ongi onnur tiltøk, sum t.d. fótbóltsskúlin verða í ár. Hetta er fyri U13 og heilt niður í U7. Tvs børn, sum eru fødd í 2007-2014

Ætlanin er at spæla fleiri stuttar dystir á lítlum vølli.

U7 OG U9 spæla 3 á hvørjum liði og uttan málmann (ella 2, um tað passar betur við lutakartalið)

Og U11 og U13 spæla 4 á hvørjum liði, eisini uttan málmann.

Øll kunnu vera við, eisini børn, sum ikki eru skrásett í einum felag. So systkinabørn, sum eru og vitja – ella onnur – eru vælkomin við ?

Spælt verður ikki fyri at finna nakran vinnara, men aftaná tiltakið verður trekt lut um onkrar vinningar frá FSF millum luttakandi børnini ?

FSF bjóðar sunkist og okkurt søtt aftaná.

Facebook viðmerkingar