Kl. 22.34: Drápið liðugt

Kl. 22.37: So var drápið liðugt og ein stór grind hevur lagt beinini í Hvalba. Umframt grindahvalir, so eru eisini eini 10 springarar ímillum. Sum nevnt, so er talan um stóra grind, helst eini 200-300 hval.

Kl. 22.01: Drápið er ikki liðugt enn, men greitt er, at talan er um stóra grind, eini 200-300 hval meta fólk, sum eru í grindini í Hvalba.

Kl. 21.39: Stór grind verður hildin til á sandinum í Hvalba. Nógv fólk er á sandinum og hjálpir til í drápinum. Talan er um stóra grind.

Kl. 21.19: Tað gongur striltið við at fáa grindina at gera landgongd, men fyrstu hvalirnar eru tó avlívaðir.

Kl. 20.56: Grindin nærkast sandinum og roynt verður at fáa grindina at gera landgongd.

Kl. 20.45: Tað gongur væl at reka grindina inn á Hvalba. Grindin er nú komin inn móti havnarlagnum á Hamranesi. Talan er um stóra grind.

Kl. 20.35: Grindin verður rikin inn á Hvalba og er nú komin inn um aliringarnar. Menn meta at talan er um stóra grind.

Kl. 20.05: Grindin, sum varð funnin útfyri Sandvík, verður rikin suðureftir og er nú á veg inn á Hvalba, har grindin verður hildin til.

Kl. 19.58: Fyri løtu síðani varð boðað frá grind útfyri Sandvík. Sum skilst eru bátar farnir av Hvalba.

Facebook viðmerkingar