Um 300 hval løgdu beinini í Hvalba

Grindin í Hvalba í kvøld er tann størsta í Suðuroynni í fleiri ár. Hóast tað ikki er talt neyvt upp, so er talan um at eini 300 hval hava lagt beinini í Hvalba í kvøld. Størsti parturin, um 255 hval eru grindahval, meðan eini 45 springarar eisini vóru í grindini í Hvalba.

Drápið gekk eftir umstøðunum væl, eisini hóast tað gingu umleið 1 tími og 20 minuttir frá tí at fyrsti hvalurin var dripin til drápið var liðugt. Ein stórur bólkur av grindini strandaði uttanfyri sandin og hetta ávirkaði nakað.

Nú verður farið undir at merkja og síðani at býta grindina. Og við tað at talan er um 300 hval, so koma seðlarnir neyvan út fyrr enn eina ferð fyrrapartin í morgin.

Tá grindin telur um 300 hval er væntandi at býtt verður til alla oynna, men meiri verður at frætta um hetta tórsmorgun.

Facebook viðmerkingar