TB í hálvfinaluni í steypakappingini

Kvinnurnar hjá TB hava vunnið seg í hálvfinaluna í steypakappingini í flogbólti. Hetta gjørdist greitt tá TB sunnudagin á heimavølli í Ítróttahøllini í Trongisvági vann 3-1 á SÍ.

SÍ vann fyrsta settið 25-15, men TB kom sterkt aftur og vann tey trý næstu settini við settmuninum 27-25, 25-21 og 25-22.

TB møtir Fleir í hálvfinaluni, meðan Dráttur og Mjølnir spæla hina hálvfinaluna. Hálvfinalurnar verða leiktar 10. februar 2018.

Facebook viðmerkingar