SSL mælir til at brúka munnbind

Til øll ferðandi við bussum og skipum hjá Strandfaraskip Landsins.

Í sambandi við at smittutølini fyri Covid19 eru vaksandi, mælir Strandfaraskip Landsins øllum ferðandi til at brúka munnbind, tá ferðast verður við farleiðum hjá Strandferðsluni.

Mint verður eisini á almennu tilmælini viðvíkjandi t.d. hondreinføri, frástøðu.

Víst verður til spritt haldarar umborð.

Fylgið við kunning, tí broytingar kunnu koma fyri.

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru:

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu. 
  • Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava. 
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Facebook viðmerkingar