Leggja spillvatnsleiðing í Vági

Tíðindi

Vágs kommuna: Seinastu vikuna hava menn hjá Teknisku deild arbeitt við spillvatnsleiðingini vesturi við Sandin.

Arbeitt verður við at leggja spillvatnsleiðingina, sum hevur runni beint oman á Sandin í ein mansaldur, í leiðingina skamt vestan fyri Garðabrúgv, sum rennur umvegis reinsubrunn á sjógv.

Arbeiði er liður í spillvatnsætlanini hjá Vágs kommunu.

Fleiri myndir eru á www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar