Bara vit, fólkið í Føroyum, skulu taka avgerðirnar um hernaðarmál í okkara landi

Mitt ímillum øll koronatíðindini, sum vit øll hugsa um við størsta álvara, var landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, í Útvarpinum á middegi í dag. Eisini um eitt álvarsmál, hóast tað mest kundi ljóða sum skemt.

Landsstýrismaðurin fortaldi Føroya fólki, at danski verjumálaráðharrin, Tine Bramsen, hevði ringt til hansara í morgun og givið boð um, at Danmark fer at seta ein hernaðarligan radara upp í Føroyum.

Landsstýrismaðurin tóktist sera fegin um hesi harraboð úr Danmark. Hann segði seg millum annað hava spurt Tine Bramsen, um vit føroyingar ikki eisini onkuntíð kundu sleppa at síggja okkurt á hesum hernaðarliga radaranum – til dømis okkurt um fiskarí (!).

Ja, skulu vit gráta ella flenna? Soleiðis verða vit sum fólk við eini telefonsamrøðu bakkaði aftur í amtstíðina og viðfarin sum ein donsk provins.

Ígjøgnum alt tað kalda kríggið frá 50’unum og til 90’ini var okkara land og fólk brúkt sum ein finna í einum stórpolitiskum talvi. Uttan at spyrja føroyingar eftir – og hóast eitt samt Løgting og allir føroyskir flokkar mótmæltu – so gav Danmark boð um at byggja hernaðarligan radara á Sornfelli.

30 millardir í yvirskoti til Danmarkar av hernaðarmálum

Hetta gjørdi Føroyar til bumbumál í einum møguligum kríggi, sum staðfest er í søguligum skjølum úr Russlandi. Og hetta gav Danmark fíggjarligar fyrimunir, ið bert í árunum frá 1962 til 1989 gav Danmark minst 30 milliardir krónur í avlopi, tá ið blokkstuðul og annað er drigið frá. (Sambært eini formligari frágreiðing til landsstýrið).

Men nú fegnast landsstýrið um, at Danmark aftur vil seta hernaðarradara upp í Føroyum. Hetta er meira sambandskt enn sjálvt teir gomlu sambandstingmenninir og sambandsløgmenninir høvdu funnið seg í. Teir mótmæltu hóast alt.

Føroya fólk er ikki eftirspurt. Løgtingið er ikki eftirspurt. Landsstýrið hevur ikki ráðført seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd um avgerðir av stórum týdningi, soleiðis sum stýrisskipanarlógin ásetur. Her er ongin virðing fyri fólkaræði, lógum og reglum.

Vit skulu sjálv

Vit eiga sjálvandi – uttan mun til partapolitikk og flokkar – at standa saman um hesar fólkaræðisligu grundreglur:

  • Bara vit, fólkið í Føroyum, kunnu taka avgerðir um, hvat okkara land skal brúkast til, og hvat skal gerast í hernaðarligum málum í okkara egna landi.
  • Bara Føroya Løgting kann viðgera og góðkenna avtalur um hernaðarmál í Føroyum.
  • Føroyar skulu sjálvar samráðast við stórveldini og við Nato, um tær ætlanir tey hava um okkara leiðir og í okkara landi, sjógvi og í luftini.

Vit í Tjóðveldi vilja, at vit taka fult ræði á okkara landi og okkara loftrúmi. At vit sjálv reka radaravirksemi úr Føroyum, sum kann gerast góð inntøkukelda og skapa nógv vitanarstørv og tænastur til bæði sivila og hernaðarliga ferðslu á sjógvi og í luftini.

Okkara støða í miðjum Norðuratlantshavi og sum partur av og portur til Arktis, er ikki ein orsøk til undirbrotligheit og at lata onnur flyta okkum sum finna í einum talvi. Okkara støða er ein einastandandi møguleiki til at taka egna ábyrgd og at menna okkara land og tjóð í beinleiðis sambandi við heimsins lond.

Høgni Hoydal 

Facebook viðmerkingar