”Ostaklokku-kenslan” má burtur

Nú korona enn einaferð hevur gjørt seg inn á samfelag okkara og við munandi størri ferð enn í vár, er tað serliga ein bólkur, vit í Landsfelag Pensjónista eru sera hørm um og vilja verja ímóti herviligu smittuni.

Tað eru okkara eldru, tey, sum búgva á sambýlum, røktar- og ellisheimum og tey eldru, sum búgva heima hjá sær sjálvum.

Í alra bestu meining eru hesi vegna koronu-smittuvandan síðani seinnapartin mikudagin 5. august avbyrgd frá sínum nærmastu.

Spurningurin er, hvat vit, hóast vánaligu umstøðurnar, kunnu gera fyri at veita teimum ein lívskvalitet, so tey ikki kenna seg heilt slept uppá fjall.

Tá korona á fyrsta sinni tók seg upp í vár, vóru nógv eldri fólk rakt av eini djúpari depressión, ikki bara tey á røktar- og ellisheimum, men eisini onnur, sum fingu mat bornan til úthurðina. Eingin mátti koma á gátt.

Nú onnur korona-innrásin rakar okkum, eru fleiri, ið enn ikki eru sloppin burturúr depressiónini og øllum tí, ein slík førir við sær.

Hetta nívir somuleiðis teirra avvarðandi sera hart.

Tað eru verri enn so øll, ið hava skilt, hvat korona er fyri nakað, og hví óhugnaliga smittan skal forða teirra nærmastu at koma á vitjan.

Sálarlig atlit týdningarmikil
Vit eiga onkusvegna ikki bara at taka atlit til tað kliniska í løtuni. Vit mugu eisini hugsa um ta sálarliga og harvið lætta eitt sindur um stongsulin, so lívið hjá okkara gomlu gerst eitt sindur ljósari.

Vit mugu royna at hugsa ”út um boksina”, sum man sigur, og koma við onkrum hóskandi brúkiligum hugskotum, ið ikki kosta alla verðina.

Eitt dømi kundi verði, at transportabul plexirútur var settur upp millum búfólk og avvarðandi undir vitjan á ellis- og røktarheimum.

Tær uppvenjingar, sum vanliga fara fram á eldraøkinum og eru steðgaðar, mátti t.d. borið til at fingið uppaftur at koyrt, um hesar vóru umskipaðar. Tey, ið hava venjing fyri neyðini, steðga jú heilt upp og gerast uppaftur veikari og óhjálpin, enn tey vóru undan koronu. Við avspritting av amboðum, fysioterapeuti ílatin verndarútgerð o.s.fr. mátti borið til, at lofta teimum, ið eru 100 pst. bundin av uppvenjing fyri at hava eina lívsgóðsku.

Annað, ið kundi verið gjørt meira av í hesum tíðum, er felagssangur undir skipaðari frástøðu, útvarpaðar samrøður við eldri fólk, minnir frá gomlum døgum, frásagnir frá 2. heimsbardaga og kendir sangir og løg frá tí tíðini, t.d. Vera Lynn, kundi somuleiðis eisini verði nøkur boð uppá samanhald.

Landsfelag Pensjónista vil við hesum gera vart við, at okkara eldru, sum kenna seg innibyrgdan í eini ostaklokku, skulu vita, at tey ikki eru gloymd í øllum hesum korona-rokanum.

Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista

Facebook viðmerkingar