Mekanikari til entreprenørmaskinur

Størv

SØKT VERÐUR EFTIR MEKANIKARA TIL ENTREPRENØRMASKINUR

Tín fremsta arbeiðsuppgáva verður at arbeiða uppá entreprenørmaskinur og –útgerð á byggiplássum kring landið. Tú skal eisini vænta, at tú kemur at arbeiða við lastbilar og onnur akfør á verkstaðnum í Hvalvík.

Vit vænta, at tú hevur hesar førleikar:

Útbúgving sum persónbila-, lastbila- ella entreprenørmekanikari
Grundleggjandi førleikar við at skrúva uppá maskinur og lastbilar; kunnleiki til hydraulik og elektroniskar skipanir er ein fyrimunur
Eina yrkisliga tilgongd til uppgávurnar og ans fyri góðari kundarøkt
Góðan røkiskap og smidligan og jaligan hugburð til arbeiði
Tryggjar uppfylging og at uppgávurnar verða fullførdar
Ert von/vanur við KT og at brúka tað
Ert ábyrgdarfull/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt og stýra egnum uppgávum heilt frá upprættan í okkara skipanum og til fakturering
Tað er ein fyrimunur um tú hevur stóra koyrikortið, men tað er ikki eitt krav.

Tú skalt vænta langar arbeiðsdagar og skeivar arbeiðstíðir. Tú skalt eisini vænta uppgávur, sum skulu loysast innanfyri stutta tíð.

Vilt tú verða á liðnum?
Ert tú tann rætta/rætti, kunnu vit bjóða tær eitt sjálvstøðugt, spennandi og mennandi starv við ymiskum arbeiðsuppgávum. Gerandisdagurin bjóðar uppá avbjóðandi uppgávur, ið tú saman við jaligum starvsfelagum ert við til at loysa.

Tú vísir beinleiðis til dagliga leiðaran á staðnum, men fert at arbeiða í tøttum samstarvi við verkføraran og núverandi mekanikarar.

Nakað fyri teg?
Hevur tú áhuga í starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigmar Davidsen, dagliga leiðara, á sd@pls.fo ella tel 73 93 41. Vit greiða fegin meira um starvið.

Umsókn
Send okkum umsóknina við prógvum, CV og møguligum viðmælum og arbeiðsavrikum við evninum “mekanikari” til sd@pls.fo. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. desember 2017

PL-stórbilar er ein spennandi fyritøka í vøkstri, og sum leggur dent á góða tænastu og høga góðsku til kundar.

PL-STÓRBILAR SP/f | Úti við Neyst 5 | FO-430 Hvalvík | tel. +298 765 765 | pls@pls.fo | www.pls.fo

Facebook viðmerkingar