Eftirlitsfólki til matvørudeildina

Størv

Vit søkja eftir einum eftirlitsfólki í fast starv til matvørudeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Arbeiðsuppgávur

  • Heilsuyvirvøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av fiski á sjógvi og á landi
  • Málsviðgerð í sambandi við flutning av alifiski og aliútgerð
  • Luttaka í vaktarskipanum til djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð
  • Matvørueftirlit í minni ella størri mun.

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini, alt eftir hvørjar uppgávur eru á stovninum, og hvussu økið annars mennist.

Krøv til útbúgving og førleikar

  • Djóralækni
  • Fiskaheilsukandidatur
  • Aðra viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving.

Djóralæknaútbúgvingin skal vera frá einum norðurlendskum háskúla ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum og sum:

  • kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva
  • sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á einum norðurlendskum máli
  • hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir
  • kann arbeiða nógv úti kring landið
  • hevur koyrikort til bil.

 

Umsøkjarar við starvsroyndum innan aling hava fyrimun. Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning.

Setanarviðurskifti
Talan er um fast starv, og verður tað sett skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.fmr.fo.

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, C.V., viðmælum o.t. skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 10. januar 2018. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Lailu Jacobsen, deildarleiðara, tel. 556419.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.

Matvørudeildin umsitur matvørulógina og djórasjúkulógina. Høvuðsuppgávurnar eru eftirlit við alivinnuni og matvøruvirkjum. Á deildini eru 15 starvsfólk, harav eru 3 djóralæknar.

Facebook viðmerkingar