BAKKAFROST søkir maskinfólk til virkið í Vági

Sum maskinfólk hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki

Sum maskinfólk verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

  • Vanligt arbeiði við maskinum og tekniskum útbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og stillingar av maskinum
  • Stýring og skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Starvsstaðurin er í Vági.

Tín vangamynd

Vit søkja eitt maskinfólk við viðkomandi tekniskari útbúgving, sum t.d. maskinmeistari, elektrikari ella líknandi. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi arbeiðsroyndir.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Vit leggja stóran dent á gott samstarv, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk á ymiskum deildum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Sambært avtalu.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við John Nielsen, virkisleiðara, á tel. 23 52 42 ella við t-posti til joni@bakkafrost.com.

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. september 2020.  Starvið verður sett skjótast tilber.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Facebook viðmerkingar