H.H. Bilservice letur upp í Vági

Týsdagin 1. september letur upp nýtt bilverkstað í Vági, H.H. Service. H.H. Service hevur bilverkstað í somu hølum, sum Magn-støðin er.

Í samband við at bilverkstaðið letur upp, verður móttøka á verkstaðnum í morgin frá kl. 10 til kl. 15, har bjóðað verður kaffi og kakur og okkurt til børnini.

Tey á H.H. Bilservice heilsta, at øll eru hjartaliga vælkomin inni á Líðarvegi 2.

Facebook viðmerkingar