Nevndin í Reyða Krossi afturvald

Útsetti ársaðalfundurin hjá Reyða Krossi varð hildin sunnudagin 30. august.

Formaðurin, Jóannes Eidesgaard, og næstformaðurin, Torfinn Højgaard, stóðu fyri valið, og vórðu báðir afturvaldir. Tiltakslimirnir Hans Jákup Simonsen og Berlgliot Ihlen stóðu somuleiðis fyri valið, og vóru eisini afturvald.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Jóannes Eidesgaard, formaður

Torfinn Højgaard, næstformaður

Mary-Ann Thomsen, kassameistari

Kristianna Winther Poulsen, skrivari

Eyrith Guttesen Leyni, nevndarlimur

Hans Jákup Simonsen, tiltakslimur

Bergliot Ihlen, tiltakslimur

Facebook viðmerkingar