Eftirskúlin komin væl frá byrjan

Ætlanirnar um at seta eftirskúla á stovn í Suðuroynni hava 20 ár á baki og kom lógin um eftirskúlar í gildi í 2000. Sera nógv fólk hava verið við í tilgongdini, men loksins í ár byrjaði skúlin so.

Vit hava vitjað næmingarnar, gjørt nøkur prát og tikið nakrar myndir. Næmingarnir búgva í snotiliga næmingaheiminum við Sílá, undir sera góðum umstøðum og við einastandandi útsýni yvir fjørðin. Her búleikast 13 næmingar og koma teir úr Havn, Miðvági, Skálavík, Klaksvík, Sørvági, Vági og Randers. Dreingirnir eru í yvirluta í ár – 9 dreingir og 4 gentur.

Tá vit vitjaðu á heiminum, tóku tey ungu sær av løttum, áðrenn leiðin gekk inn í Plantasjuna í Trongisvági, har ætlanin var at grilla og hugna sær.

15 ára gamli Samuel, ið er komin allan vegin úr Randers í Danmark, sigur at hann er fallin sera væl til longu. Stórasystir Samuel býr á Tvøroyri og hon hevði viðmælt honum at koma til Føroya ein túr, at royna Eftirskúlan. Hann heldur at tað er gott at vera á Tvøroyri og hevur serliga heft seg við, at fólk eru so fitt her, nógv fittari enn í Danmark, sambært honum. Samuel hevur valt maritimu breytina, og hann hevur eisini matgerð, danskt, støddfrøði, evnafrøði og landalæru.

Maibritt er úr Havn og 17 ára gomul. Hon sá sjónbandalýsingina, ið Eftirskúlin hevði latið gera og lýsingin “fangaði hana”. Tankin um at fara til Danmarkar á eftirskúla tiltalaði hana ikki og tað at hon hevur familju her á Tvøroyri, gjørdi eisini avgerðina lættari. Hon heldur, at tað er sera stuttligt at ganga á eftirskúla á Tvøroyri og sigur at samanhaldið millum næmingarnar er gott. Maibritt hevur valt sær E-sport og Køksbreyt, afturat kravdu lærugreinunum.

Klaksvíkin er væl umboðað á Eftirskúla Føroya. 16 ára gomlu Hanus, Martin V. og Sigurð hava allir valt at royna eitt ár á Tvøroyri. Hanus og Sigurð vóru vinir frammanundan og høvdu tosað saman um at royna nýggja tilboðið. Teir kendu ikki Martin áðrenn teir byrjaðu á skúlanum, men nú eru teir vinmenn, siga teir. Eins og við Maibritt, so var tað sjónbandalýsingin, ið fangaði teirra áhuga. Teir lata væl at eftirskúlalívinum og kenna seg sum part av einari familju. e-sportur, køk og sjóvinna er millum áhugaverdu breytirnar, ið ungu garparnir hava valt.

Tvíburasystrarnar Laurina og Kamilla, úr Havn, høvdu hugsað um at fara til Danmarkar á eftirskúla, men mamma teirra fekk kveikt áhugan fyri at royna skúlan á Tvøroyri. Tað endaði við at mamman gjørdi ikki mætari enn at melda tær til og tær tóku av. 15-ára gomlu genturnar hava ikki angrað avgerðina og hava longu funnið eina vinkonu í Tvøroyrar Skúla. Eftirskúlin og Tvøroyrar Skúli samstarva um ávísar breytir og hava tí felags undirvísing av og á. Tær siga seg vera sera væl móttiknar og halda tað riggar væl at hava undirvísing saman við fólkaskúlanum á Tvøroyri.

Einasti suðuroyingurin, millum næmingarnir á eftirskúlanum, er 17-ára gamli Rókur úr Vági. Fyri hann er Eftirskúlin ein fyrireiking til at fara á víðari lesnað í Danmark, har ætlanin er at søkja um upptøku á Tekniska Skúla í Roskilde. Besti vinmaðurin hjá Róki býr á Tvøroyri og Rókur letur væl at umstøðunum og lívinum sum eftirskúlanæmingur.

Tvøroyrar kommuna ynskir eftirskúlanæmingunum, og lærarunum, eitt gott og gevandi skúlaár, við bestu ynskjum um eina bjarta framtíð.

Mynd, frá vinstru: Karin, Kamilla, Laurina, Maibritt, ytst til vinstru í sofuni Samuel, Martin V, Josef, Hanus, Elias, Rókur, Sigurð. á gólvinum Eyðfinn og Martin T

Facebook viðmerkingar