Danski uttanríkismálaráðharrin vitjar á Tvøroyri í dag

Saman við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkirmálum, vitjar danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, Tvøroyri í dag.

Árligi fundurin millum landsstýrismannin og danska uttanríkismálaráðharran snýr seg hesaferð m.a. um trygdarstøðuna í Norðurhøvum, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og styrkt samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.

Fundurin byrjar á Tinganesi, men seinnapartin fara ráðharrarnir til Suðuroyar. Jenis av Rana, ið sjálvur er av Tvøroyri, fer at vísa Jeppe Kofod gomlu kolanámini í Rangabotni, um veðurlíkindini eru til vildar, teir vitja risastóra uppsjóvarvirkið Varðan Pelagic og enda vitjanina í SALT á Drelnesi.

Fríggjadagin hava landsstýrismaðurin og danski uttanríkisráðharrin fund við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.

Facebook viðmerkingar