Bú- og Heimatænastan letur upp aftur fyri vitjan

Nú tamarhald tykist at vera á Covid 19 smittuni í Føroyum, ber aftur til at vitja á eldrabústovnunum hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy sum vanligt.

Frá leygardegnum 12. september verður latið upp fyri øllum vitjandi á Hamragarði, Eldrasambýlinum í Vági, Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og Eldrasambýlinum í Hvalba.

Sostatt eru tað ongar avmarkingar fyri, hvussu nógv kunnu vitja, og at tiltøk so sum hugnaløtur, føðingardagar, andaktir og gudstænastur kunnu aftur vera inni á eldrabústovnunum.

Venjingartilboðini virka nú eisini aftur sum vanligt.

Tó má framvegis hugsast um almennu  tilmælini so sum frástøðu, reinføri, nýta hondspritt og hosta og njósa í ermuna. Um vitjandi hava sjúkueykenni av einum hvørjum slag, verður frámælt at vitja, til viðkomandi er frískur aftur.

Hava vitjandi verið uttanlands, verður mælt frá at vitja á búeindunum, inntil   svar er komið, at koronakanningin, sum er tikin 6. dag eftir heimkomu, er negativ.

Fyri at kunna spora møguliga smittu, verða  øll vitjandi biðin um at skráseta seg, tá tey vitja, Skrásetingarskjalið er inni í búrúminum hjá húsfólkunum.

Facebook viðmerkingar