Birgit og Sverri vunnu 18. umfar í sjavs

Tórsdagin 10. sept. var aftur farið undir at sjavskappingina hjá Suðuroyar Sjavsfelag, eftir at korona-støðan eisini ávirkaði møguleikarnir at spæla sjavs.

Og hetta 18. umfarið í sjavskappingini vunnu Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen. Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Beinir Thomsen og Páll Lervig, 3 stig hvør
Nr. 3. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 2 stig hvør
Nr. 4. Eirik Poulsen og John Jacobsen, 1 stig hvør.

Sjavskapping er í VB-húsinum hvørt tórskvøld og øll eru vælkomin..

Facebook viðmerkingar