Árið fer væntandi at hilnast betur enn upprunaliga mett

Tað gongur væl hjá BankNordik, og sambært nýggjastu metingunum verður úrslitið eftir skatt í 2020 millum 120 og 160 mió. kr.

Í desember í fjør tillagaði bankin sítt virksemi til tess at tryggja eina betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur, og við ársbyrjan varð nettoúrslitið fyri 2020 mett at fara at verða 100-150 mió. kr. Av tí at útreiðslurnar tó eru minkaðar og inntøkurnar hækkaðar meira enn upprunaliga væntað, hevur bankin í dag boðað keypskálanum frá, at útlitini fyri árið eru batnað.

Hetta er fjórða ferð í ár, at BankNordik boðar frá broyttum fíggjarligum vánum fyri árið. Støðan viðvíkjandi COVID-19 broytti fortreytirnar hjá samtakinum munandi, og í apríl fingu útlitini fyri størri tapi bankan at boða frá væntanum um eitt lakari úrslit. Farsóttin hevur tó ikki ávirkað fíggjarligu gongdina so nógv sum væntað, og í tí sambandi boðaði bankin bæði 24. juni og 16. juli frá batnaðum útlitum fyri 2020.

Góða gongdin á fíggjarmarknaðunum seinastu tíðina hevur ávirkað virðisbrævaognina hjá bankanum, sum nú er á sama stigi sum væntað við ársbyrjan. Bankin hevur harumframt staðfest færri tap enn líkt var til fyrr í ár. Av tí at tað framvegis er óvist, hvørjar fíggjarligar avleiðingar COVID-19 fer at hava, varðveitir BankNordik kortini tær 35 mió. kr., ið eru settar av til møgulig tap í kjalarvørrinum á farsóttini.

Samstundis sum bankin í dag boðar frá batnaðum útlitum fyri 2020, verða fíggjarligu málini endurskoðað. Málið um renting av eginognini verður broytt úr 6-8% upp í 8%, og útreiðsluprosentið (cost/income ratio) verður tillagað frá 67% til 65%.

Facebook viðmerkingar