Christmaschild tiltak í Meinigheitshúsinum í Vági

Leygardagin verður Christmaschild tiltak í Meinigheitshúsinum í Vági kl. 17.00.

Vit hittast til søgu, sang og hugna, samstundis sum vit eisini pakka seinastu pakkarnar.

Um fólk liggja inni við onkrum, ið kann gleða eitt barn í Nigeria og Liberia, so eru tit vælkomin við hesum leygardagin. Og hóast hesi londini eru kend fyri hita, so eru náttin sera køld, og tí taka vit fegin móti bundnum pløggum eisini.

Leinkja til Christmaschild, um hvat kann fara í eskjurnar, og hvat ikki skal í, kostnaður osv. sæst á http://www.christmaschild.fo

Hetta er eisini seinasti møguleiki at lata inn skógvaeskjur.

GG! Tískil verður EINGIN sunnudagsskúli sunnudagin.

Facebook viðmerkingar