Skráin fyri Nýggjárshaldið í Vági

Tíðindi

Skráin fyri Nýggjárshaldið í Vági byrjar kl. 10 nýggjársaftansmorgun.

Kl. 10-12 Nýggjársnevndin bjóðar til ókeypis almennan morgunmatur í Billardhúsinum

Kl. 10 Kirkjurenning frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju

Kl. 13 Barna- og ungdómskonsert við Danny & Páll úr Danny & the Veetos í VB-húsinum. Dyrnar lata upp kl. 12.30

Kl. 14. Lestur í Vágs kirkju

Kl. 23.45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestureftir.

Kl. 00.00 Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum á Sandinum. Sum vant verður sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.

Eftir bálið og fýrverksshowið verður stórdansur á Eiðinum. Jens Marni Band spælir í Vágs Høll og Danny & Páll úr Danny & the Veetos er gestabólkur. Í VB-húsinum verður góður dansur við Norrøna Dansband.

Facebook viðmerkingar