Ghanesiskur miðvallaleikari til Suðuroyingar

Suðuroyingar hava gjørt avtalu við Ghanesiska miðvallaleikaran Isaac Shaze, Hann hevur m.a. seinastu 3 árini spælt við Øster í svensku næstbestu deildini.

Isaac Shaze er 28 ára gamal og hevur umframt tíðina í Svenskum fótbólti, eisini roynt seg í enskum fótbólti, m.a í Forrest Green Rovers í 2010/2011, sum tá spældu í League Two.

Avtalan við Isaac Shaze er galdandi fyri kappingarárið 2018.

Facebook viðmerkingar