Maskinmeistari til Vágsverkið – endurlýsing

Størv

SEV sóknast eftir maskinmeistara til elverkini í Suðuroy, har tilsamans níggju maskinmeistarar eru í starvi hjá elfelagnum. Talan er um tvey ára farloyvisstarv. Høvuðssætið er Vágsverkið, har nógvar avbjóðingar liggja fyri framman. Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroynni er øktur nógv, og tí er streymveitingin í oynni styrkt við einum motori afturat á Vágsverkinum, umframt at aðrar skipanir verða settar upp.
Vágsverkið hevur ein framleiðslumátt uppá 13 MW býtt uppá 4 motorar. Nýtt Dagtangahús er bygt og nýggj koblingsstøð er bygd við tveimum 20 KV transformarum.

Tvey elverk eru í Suðuroy:
• Elverkið í Vági við fýra dieselmotorum á tilsamans 13 MW. Hesir motorar eru riknir við tungolju
• Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum á tilsamans 3 MW


Tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt viðkomandi starvsroyndir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Uppgávur
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av elverkunum í Suðuroy, og talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Vakthavandi maskinmeistari samskipar elveitingina millum Vágsverkið og elverkið í Botni, og harumframt hevur hann um hendi umsjón við netinum og koplingarleiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni. Arbeiðsstaðið er Vágsverkið, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verður á og út frá hesum arbeiðsstaði til hini elverkini eftir tørvi, og flutningur fer vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV.

SEV
SEV bjóðar tær:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Løn
Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jóanes Norðberg, verkmeistara, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, báðir á tel. 346800. 

Umsóknarfreistin er týsdagin 16. januar 2018. 

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

Facebook viðmerkingar