TEMAKVØLD Í MIÐNÁMSSKÚLANUM Í HOVI

Tekstlýsingar

Tórskvøldið tann 11. januar 2018 kl. 19:00 skipar MBM fyri temakvøldi um fóður og fóðring av jóturdjórum, har serligur dentur verður lagdur á fóðring av seyði.

Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarfrøðingur, leggur fram, og høvi verður til spurningar og kjak. Jens Ivan kemur eisini at viðmæla ymiskar vørur.

Skráin fyri kvøldið:

Tórskvøldið 11. januar kl. 19:00, Miðnámsskúlin í Hovi

19:00 – 19:45 Jóturdjór

  • Hvat er týdningarmikið at leggja dent á, tá ið vit geva jóturdjórum

19:45 – 20:05 Kaffi

20:05 – 21:00 MBM fóður

  • ein lýsing av teimum ymsu fóðurvørunum

21:00              Spurningar

 

 

 

Facebook viðmerkingar