Nýborg fekk ein sjógv seinnapartin

Tíðindi

VP.fo:Nýborg siglur móti landi nú, og maðurin sum fekk skaða umborð, er fluttur á LS.

Bjargingartyrlan var við manninum á LS klokkan 19.40 í kvøld.

Sambært MRCC, so hevði maðurin fingið skaða í armin.

Tað var Eysturbúgvin sum boðaði MRCC frá, at Nýboirg hevði fingið ein sjógv, tí Nýborg hevði blackout.

Fráboðanin kom til MRCC klokkan 16.30 seinnapartin í dag.

Nýborg var á eini posisjón suður móti markinum, tá Nýborg fekk sjógvin.

Brimil og Vædderen eru ávegis móti Nýborg og verða hjá skipinum klokkan 1 og 2 í nátt.

Facebook viðmerkingar