Vodafone Føroyar eitur nú Hey

Tíðindi

Vodafone Føroyar er farið í søguna, og avbjóðarin á føroyska telemarknaðinum eitur nú Hey.

Nógvar spennandi broytingar eru fyri framman. Føroyska telefelagið hevur stórar ætlanir fyri framtíðina, og kundar kunnu vænta sær eina enn betri og meira nærverandi tænastu, bæði á netinum og í persónliga sambandinum við Hey. Nýggi samleikin stuðlar uppundir hesar ætlanir.

Samstundis leitar felagið inn til kjarnununa og grundtankan um at veita Føroyum og føroyingum einfalt og gjøgnumskygt samskifti.

Verandi hald og tænastur halda fram sum áður, og kundarnir hjá Vodafone Føroyum nýtast einki at gera.

Hey heldur fram at samstarva við altjóða Vodafone um bestu reiking í øllum heimsins londum.

Kundar við Evropapakka kunnu framhaldandi reika frítt á 4G í Europa, USA, Kanada, Russlandi og Kina. Vodafone kundar úr øðrum londum, ið ferðast í Føroyum, fara eisini framyvir at reika á 4G netinum hjá Hey, ið telist millum heimsins bestu.

Í sambandi við samleikaskiftið lata fyrrverandi Vodafone handlarnir í SMS og í Saltangará upp í nýgjum hami í dag. Spildurnýggju Hey handlarnir fara framyvir at leggja seg eftir at veita hjálp og ráðgeving um alt innan telefoni og internet til øll, uttan mun til hvønn televeitara tey hava.

Sum grundarlag fyri samleikaskiftinum hevur Hey gjørt eitt stevnumið, har felagið millum annað slær fast, at “Vit eru skapandi kraftin á føroyska telemarknaðinum og eitt úrslit av, at føroyingar ynsktu fría kapping.”

Facebook viðmerkingar