Kristin Michelsen: – Ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum

Tíðindi

Í samband við ósemjuna í býráðnum á Tvøroyri, hevur Kristin Michelsen nú boðað løgmanni frá, at hann ikki er bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum á Løgtingi, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar Býráð ikki vilja samstarva við hann.

Skrivið hjá Kristini Michelsen er her:

Góðan dagin  Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Undirritaði Kristin Michelsen, Froðba, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hervið boða Løgmanni og formanni fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen frá, at eg Kristin Michelsen, løgtingsmaður frá ídag av, atkvøður mál fyri mál í Løgtinginum, og er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við undirritaða.

Undirritaði vil eisini vísa til at formaðurin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag Signar Dam alment og við telduposti til undirritaða dagfestur 14. november 2016 kl. 20.52 váttar ”at Kristin Michelsen er valdur fyri Javnaðarflokkin og umboðar sostatt Suðuroyar norðara Javnaðarfelag á Løgtingi”. Somuleiðis váttar Løgmaður í telduposti til undirritaða 13. november 2016  ” eg helt eg hevði svarað tær bæði munnliga og umvegis miðlarnar. Eg kann endurtaka tað her: tú ert framvegis limur í Javnaðarflokkinum og ynsktur í Løgtinginum”.

Vinarliga
Tvøroyri, 12. januar 2018
Kristin Michelsen

Facebook viðmerkingar