Vágs Kappróðrarfelag aðalfund

Aðalfundur felagsins verður í neystinum tórskvøldi, 18. Januar kl.19:30.
Við hesi dagsskrá:
I. Formaðurin greiður frá virksemi felagsins í farna árinum.
II. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur.
III. Val av stjórn og tiltakslimum
IV. Val av roknskapargrannskoðarum.
V. Ymist.

Nevndin telur 5 fastar limir og 2 tiltakslimir.

Av teimum 5 føstu limunum verða 3 valdir av nýggjum annaðhvørt ár og 2 annaðhvørt ár. Tiltakslimirnir skulu standa fyri vali hvørt ár. Nevndin skipar seg sjálv aftaná hvønn aðalfund við formanni, skrivara, kassameistara og nevndarlimum.

Facebook viðmerkingar