SU Suður stovnandi aðalfund

Leygardagin 20. januar verður stovnandi aðalfundur hjá SU Suður. Fundurin verður í Fylking á Tvøroyri, og byrjar klokkan 16.

Fundurin byrjar við at Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur og rithøvundur, fer at greiða frá um arbeiðararørsluna í Suðuroynni, og um upprunan hjá Javnaðarflokkinum.

SU Suður verður nýggja økisfelagið hjá Sosialistiskum Ungum. Økisfelagið fevnir um Sandoynna, Lítla Dímun, Stóra Dímun og Suðuroynna.

SU Suður verður triðja økisfelagið hjá SU í landinum.

Facebook viðmerkingar