VB vann B-steypafinaluna hjá gentur 14

Í dag var B-steypafinalan hjá gentur 14 ár í ítróttahøllini í Vestmanna.

VB og EB spældu finaluna. -Og eftir ein sera javnan dyst, sum eisini endaði við javnleiki, var spælt 2 x 5 min. Tá longda leiktíðin var av, hevði VB á odda 13-12.

Sostatt vunnu gentur 14 ár hjá VB B-steypafinaluna.
Hjartaliga tillukku gentur !

Facebook viðmerkingar