Frítíðaravloysarar til Suðuroyar Sjúkrahús

Størv Tekstlýsingar

Sjúkrahúsið søkir eftir frítíðaravloysarum fyri:
– sjúkrarøktarfrøðingar á seingjadeildini frá 1. mai til 30. septembur.
– sjúkrarøktarfrøðingar á skurð/røntgendeildini frá 1. mai til 31. august.
– anæstesisjúkrarøktarfrøðingar frá 1. juli til 31. august.
– portørar frá 1. juni til 31. august.
– læknaskrivarar frá 1. juli til 15. septembur.
– starvsfólk á vaskarínum, summarið 2018.
– reingerðingsfólk á ymsu deildunum, summarið 2018.
– køkshjálpir, summarið 2018.

Løn og setanartreytir sambært avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við at venda sær til:
Gunnbjørg Guttesen, varastjóra lokal 3215.
Sonny Ellendersen, deildarleiðara lokal 3216.
Agnete Vestergaard, deildarleiðara á skurð- & røntgendeildini lokal 3241.
Hjalgrím Andreasen leiðandi portør lokal 3230.
Herfríð Petersen, læknaskrivara lokal 3226.
Tinu Midjord, køksleiðara lokal 3255.

Skrivlig umsókn við CV, avriti av prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. sjúkrahússtjórin
Postboks 51
Sjúkrahúsbrekkan 19
810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 25. januar 2018.

Facebook viðmerkingar