Tíðaravmarka starv í Vágs Skúla (barnsburðafarloyvi)

Størv Tekstlýsingar

Vágs Skúli søkir eftir einum lærara at undirvísa 23 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað frá 01. mars til 28. juni 2018.

Søkt verður eftir lærara sum

  • kann átaka sær undirvísing í ítrótti, føroyskum og enskum
  • dugur væl at samstarva og samskifta
  • vil menna seg sjálvan og skúlan
  • vil sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga
  • vil fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

 Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika.

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsókn við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi  seinasta lagi fríggjadag 2. februar 2018  kl. 12.00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf. 239330

Anita Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 723090

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:    john.henrik.holm@skulin.fo

 

Umsóknin verður stílað til:

Vágs Skúla

Vágsvegur 32

900 Vágur

ella við telduposti: john.henrik.holm@skulin.fo

Facebook viðmerkingar