Broyting: Frítíðarskúlin Brosið – innskriving

Tíðindi

Innskriving av børnum til frítíðarskúlan skúlaárið 2018/2019, verður frá mánadegnum 29. januar, eftir innskrivingina til 1. flokk í skúlanum.

Børn skulu innskrivast av nýggjum hvørt ár.

Frítíðarskúlin er ætlaður børnum sum ganga í 1, 2 og 3. flokki. Opið er hvønn dag eftir skúlatíð, til kl. 17.00.

Endamálið við frítíðarskúlanum er, at børnini kunnu verða í einum tryggum og mennandi umhvørvið, har tey eru við til at skapa egnan gerandisdag, við vegleiðing og stuðli frá vaksnum.

Umstøðurnar innan – og uttandura eru sera góðar. Vit hava eitt stórt felagsrúm, verkstað og onnur rúm, har børnini fáa ment síni skapandi evni á ymiskan hátt, bæði gjøgnum skipað og óskipað tiltøk. Hartil er eitt spennandi spælipláss.

Í frítíðarskúlanum hava børnini ávirkan á sína frítíð, har møguleiki er fyri fríðum spæli ella at taka lut í kreativum virksemi.

Tit eru vælkomin í Brosið at innskrivað ella tit kunnu ringja á tlf. 237580. Eisini ber til at maila til siri@hvalba.fo

Facebook viðmerkingar