Leggja spillvatnsrør frá virkinum hjá Bakkafrost

Tíðindi

Í samband við at stóra virkið hjá Bakkafrost á Vágs Havn verður gjørt til eitt nútímans kryvjivirkið verður eisini løgd nýggj rørleiðing til spillvatn. Leiðingin verður løgd eftir botni frá virkinum og vestur á Sandin. 

Seinastu dagarnir hevur rørleiðingin verið rættuliga sjónlig á Vágsfirði. Leiðingin skal søkkjast fyrsta dagin, men inntil tá, heitir Vágs Havn á skip og bátar um at vísa ans og sigla eyka varsamt á Vágsfirði.

Rørleiðingin verður løgd vestur á Sandin og løgd vestur á Vágseiðið, har spillvatnsleiðingin rennir út á sama stað, sum spillvatnsleiðingin hjá Vágs kommunu rennir út.

dig

Facebook viðmerkingar