10-ára hátíðarhald hjá Valkyrjunum

3. februar skipa Valkyrjurnar fyri 10 ára hátíðarhaldi

Valkyrjurnar er eitt kvinnufelag í Suðuroy, sum er politiskt og átrúnaðarliga óheft. 

Endamálið er at skapa eitt netverk fyri kvinnur í Suðuroynni, og arbeiða fyri, at kvinnur gerast meiri sjónligar í almenna rúminum.

Hesi 10 árini hava vit skipað fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú fyrilestrum, skeiðum, kjakfundum, bókakvøldum v.m.

Skráin fyri 10 ára hátíðarhaldinum er hendan:

• Valkyrjurnar:
Vit bjóða vælkomin og hugleiða um okkara søgu og hyggja frameftir.

• Rannvá Holm Mortensen:
Rannvá hevur júst givið bókina ”Sólsmakkur” út, sum hon fer at umrøða og lesa brot úr. Bókin er gjøgnumillustrerað, og vit fáa høvi at síggja nøkur av bókaprentunum í stórari stødd.

• TARI – Faroe Seaweed við Agnes Mols Mortesen: 
Kvinnufelagið Valkyrjurnar og fyritøkan TARI – Faroe Seaweed sóu dagsins ljós fyri 10 árum síðan. Valkyrjurnar vórðu eitt savnandi og kveikjandi umhvørvi fyri kvinnur í Suðuroynni, og júst hetta umhvørvið átti ein leiklut í, at Agnes Mols Mortensen byrjaði fyritøkuna TARI – Faroe Seaweed. 
Agnes helt sín fyrsta almenna tarafyrilestur í Føroyum, á fyrsta kvinnudagstiltakinum hjá Valkyrjunum, á Pubbini, í 2008. Nú 10 ár eru liðin, greiðir Agnes frá, hvussu taravinnan og gransking innan økið hava ment seg í Føroyum. Viðkomandi spurningur á 10 ára degi Valkyrjurnar er, um Suðuroyggin átti at verið ein partur av taravinnuni, og hvussu kvinnur trívast innan taraøkið.

• Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna:
”Tig og tala ikki! – At tora at brúka sítt vald!” Sonja Jógvansdóttir fer at halda fyrilestur út frá hesum evni. 

• ”Loksins fingu vit Barnagarð” – Alma Fossá og Naia Mols Mortensen:
Í 1990 fekk Tvøroyri sín barnagarð. Alma og Naia vóru við í hesi tilgongd og fara at greiða frá fyrireikingararbeiðinum.
Eisini síggja vit filmsbrot frá kravgongu fyri barnagarði í 1988.

• Damodomi:
Damudomi er ein óheftur felagskapur av kvinnum, íð skipar fyri tiltøkum, dagarnar upp til altjóða kvinnudagin 8. mars, fyri at varpa ljós á ymsu síðurnar av femminismu. 3. feb. fara vit at greiða frá okkara feminismu, og hvussu hon kemur til sjóndar í okkara tiltøkum og grundarlagnum fyri okkara aktivistiska arbeiða. Vit greiða frá, hvussu vit ynskja at umboða feminismuna í dag og í framtíðini, og halda á fram við at skapa rúm, sum savna fólk og geva teimum møguleika at práta og kjakast um kynspurningar, andlit til andlit.

• Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir – ”Incognito”:
Framsýningin ”Inconito” – 9 listaverk hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir verða at síggja.

• Elma Næs Mortansdóttir:
Elma fer at spæla eitt klaverstykki.

• Lív Næs:
Lív fer at framføra tvey løg.

• Ábit:
Sum vit plaga, skulu vit eisini hava okkurt gott at eta – ”Valkyrurnar-Special” – Ábit er við í atgongumerkjaprísinum.
– Drykkivørur, kaffi, te og køkur kunnu keypast.

Neyðugt er við tilmelding og freistin er mánadagin 29. jan. kl. 23.00
– Tilmelding á tlf. 287810 ella við at trýsta á ”deltag” á tiltakssíðuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar