TG Seafood nýggja framkomna maskinu

Framleiðslan á TG Seafood hevur ligið still i nakrar dagar, tí virkið hevur keypt eina nýggja vatnskerimaskinu. Maskinan hevur 3 robottar innbygdar, sum skera fløkini við eini vatnstràlu.

Maskinan skal skera kílan úr flakinum og skera flakið í smástykkir. Eisini skilur maskinan stykkini sundur eftir stødd. Hvørt stykkið verður gjøgnumlýst fyri at tryggjað at onki bein er í.

TG Seafood keypti maskinuna seinasta summar og hevur virkið bíða í spenningi eftir maskinuni, sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Maskinan er framleidd í Íslandi og eru íslendarar i Hvalba og seta maskinuna upp og læra fólkið at brúka maskinuna.

Vónandi byrjar framleiðslan mánadagin við nýggju maskinuni.

Facebook viðmerkingar