Av Universitetinum í Reykjavík í starvslæru á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Tíðindi

Ítróttaháskúlin í Suðuroy: Seinastu vikurnar hava íslendsku Elinborg og Íunn verið í starvslæru á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Elinborg, sum er 27 ár, er úr Grindavík, og 26 ára gamla Íunn er úr Akureyri. Tær báðar ganga á Universitetinum í Reykjavík, har tær nema sær útbúgving innan ”leasure and recreations studies”.

Nú vitjan teirra á Ítróttaháskúlanum nærkast endanum, hava fingið eitt prát við tær.

 

Hví hava tit valt at koma á Ítróttaháskúlan í Suðuroy?

Vit lósu í lokala blaðnum í Grindavík, um íslendska gentu, sum gekk á Ítróttaháskúlanum seinasta várskeið. Í greinini varð greitt frá lívinum á skúlanum og hvat skúlin hevur at bjóða, og hetta hildu vit var sera lokkandi og valdu at søkja um at sleppa í starvslæru á Ítróttaháskúlanum.

Vit hava ikki slíkir ítróttaháskúlar í Íslandi, og hildið at hetta tilboðið var sera spennandi og ótraditionelt, og so hugsaðu vit eisini um at sleppa at royna okkurt nýtt og spennandi.

 

Hvat var fyrsta inntrykkið?

Vit væntaðu at tað fór at verða gott og læruríkt, men tað bleiv bara nógv betri enn vit høvdu væntað. Vit hava t.d. lært sera nógv av mátanum undirvísararnir umgingu næmingarnir uppá. Aktivitetirnar vóru eisini sera gevandi og hava flutt okkum nógv, ikki minst útum okkara tryggu sonuna. Eitt sum var kveikjandi var, at tað á Ítróttaháskúlanum ikki eru “problemir”, men bara møguleikar og loysnir.

Vit vænta at nógv av ungu fólkunum her fara at síggja aftur á tíðina á Ítróttaháskúlanum sum eina læruríka tíð.

 

Vildu tit eggja íslendingum at koma hagar.

Ja avgjørt.

 

Vit mugu líka viðmerkja at lokala fólkið og blíðskapurin sum heild her á staðnum, hevur gjørt tíðina á Ítróttaháskúlanum enn betur, lata Elinborg og Íunn at enda heilsa.

 

Kelda: www.his.fo

Facebook viðmerkingar