Birgir Andreasen vitjaði í Marghøllini

Tíðindi

Marghollin.fo: Nú arbeiðið við at leggja graslíkisvøllin á í Marghøllini er komið væl áleiðis, var Birgir Andreasen frá Ide Møblum og vitjaði. Graslíkisvøllurin er keyptur frá Ide Møblum og er av slagnum DOMO Varioslide S Pro.

Jens Petur Brattalíð, leiðari av Marghøllini, og Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu, vóru í Marghøllini saman við Birgiri Andreasen, sum greiddi frá, hvussu arbeiðið við at leggja graslíkisvøllin verður skipað. Jens Petur Brattalíð greiddi eisini frá Marghøllini og hvørjar aktivitetur høllin kemur at hýsa og um hvørjir hentleikar verða í innandura bygninginum.

Áleggjarar hjá Ide Møblum hava seinastu dagarnir arbeitt við at leggja út undirlagið og síðani sjálvan graslíkisvøllin og tað arbeiði gongur eftir ætlan, og verður sjálvur graslíkisvøllurin klárur at taka í nýtslu í næstu viku.

Ide Møblar løgdu fyrsta graslíkisvøllin á í Havn longu í 1986, og hava síðani lagt nógvar graslíkisvøllir í Føroyum. Seinastu árini hava Ide Møblar lagt teir flestu av av teimum nýggjaru vallunum, sum liggja runt um í Føroyum, umframt at Ide Møblar hava lagt fleiri av teimum smærru vøllunum til kommunur í Føroyum.

Facebook viðmerkingar