Nevndirnar valdar av nýggjum á býráðsfundi 31. januar

Tíðindi

Útsetti býráðsfundurin, ið skuldi verða 8. januar 2018 verður onsdagin 31. januar 2018 kl. 1700, í býráðssalinum á Tvørávegi 37.

Áheitanin frá valbólkinum við Kristinu Roest, Súsonnu Bertholdsen, Boga Johannesen og Bjarna Hammer, um at velja nevndirnar av nýggjum, verður á skrá.

Skráin verður dagførd her mánadagin 29. januar, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Facebook viðmerkingar