Sølu og umbýtismarknaður í Vágs skúla

Leygardagin 17. februar 2018 frá kl 11 – 15 verður sølu- og umbýtismarknaður í auluni í Vágs skúla.

Kom og gerð ein góðan handil ella být jakkan um við eina tasku, kannuna við eina reol.

Til ber eisini at keypa eitt borð til “Luxusloppurnar” ella heimavirkis vørur – kostnaður 100 kr fyri borði.

Um tú hevur hug at vera við, ring/skriva til okkum, seinasta freist at melda til, er 12. februar 2018 kl 12.

Skótarnir hava kaffisølu og hjálpa við at seta borð og stólar upp.

Tey klæðir tú ikki sleppur av við, kunnu verða latin Frelsunar herðinum kl 16.

Tað eru tær báðar Rúna W. Hansen og Tina G. Tausen, sum skipa fyri tiltakinum. Ágóðin fer til Skótaliði Royndin, í samband við Worlds Jamboree 2019, sum verður í USA.

Facebook viðmerkingar