Stór brandvenjing í Tvøroyrar Skúla

Tíðliga mánamorgun hoyrdist skúlaklokkan ringja áhaldandi og stutt eftir hoyrdist sirenan frá sløkkiliðsbilunum, løgregluni og ambulansatænastuni.

Oddur Dimon, átaksleiðari, sigur, at sum heild gekk venjingin sera væl. Til høvið hevði sløkkiliðið lánt eina roykmaskinu. Í einum av flokshølunum lógu so 11 næmingar, meðan roykur varð sprændur inn – hetta gav høvið at fáa roynt nýggja infrareyða hitakameraið, ið Varðin Pelagic lat Tvøroyrar Sløkkiliði í fjør.

Oddur sigur at tólið riggaði einastandandi væl. “Tú sást ikki ein metur fram fyri teg, men kameraið vísti hvar næmingarnir lógu – sjálvt fartelefonirnar vóru sjónligar á lítla skerminum”. Oddur sigur, at Tvøroyrar Sløkkilið er Varðanum Pelagic sera takksamt fyri hesa megnar gávu, ið veruliga stóð sína roynd í dag og sum uttan iva fer at koma teimum til gagns í framtíðini.

Alarmurin fór í gongd uml. 08:15 og tá fór tilbúgvingarskipanin beinanvegin í verk. Í Tvøroyrar Skúla ber tað m.a. við sær, at næmingar og lærarar savnast á ávísum støðum í gamla og nýggja skúlagarði. Oddur sigur at tað tók uml. 12 minuttir til øll vóru úti.

Kelda: www.tvk.fo

Facebook viðmerkingar