Stuðul til mentan og list

Tíðindi

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 er peningur settur av til stuðul til mentanarlig tiltøk og til myndlistafólk.

Stuðulin verður umsitin við heimild í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.

Stuðul til mentanarlig tiltøk
Stuðulin til mentanarlig tiltøk verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg. Játtanin er kr. 720.000.

Freistin at søkja er 15. mars 2018.

Stuðul til myndlistafólk
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Listafólk, sum eru undir útbúgving, kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir.

Tá stuðul verður játtaður, verður raðfest í fyrstu atløgu at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið. Játtanin er kr. 100.000.

Freistin at søkja er 15. mars 2018.

GG! Umsóknir um stuðul til fløgu- og bókaútgávu skulu sendast til Mentanargrunn Landsins.

Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið.

Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: www.mmr.fo ella kunnu fáast við at venda sær til:

Mentamálaráðið
Postrúm 3279 – 110 Tórshavn
Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55
e-postur.: mmr@mmr.fo

Facebook viðmerkingar