Nýtt laksavirki í Vági at tryggja meir virksemi

Nú laksurin á Vágsfirði í hesum døgum verður tikin og partur av laksinum verður førdur norður til Glyvrar, vilja vit við hesum greiða frá umstøðunum.

Fleiri atlit eru at taka í samband við alivirksemi – og tøku av laksi á fjørðinum. Eitt atlit er laksalús, annað atlit, sum hevur týdning er, nær nýggjur fiskur skal setast útaftur.

Í samband við aliøkið í Vági er at siga, at Bakkafrost í fleiri umførum hevur víst at vit megna at halda lúsatrýstið niðri uttan nýtslu av heilivági. Í Vági hava vit nýtt rognkelsir í ringunum og harafturat hava tænastuskip okkara “Hans á Bakka”, “Martin” og “Róland” í fleiri umførum seinastu mánaðirnar avlúsað fiskin í Vági við góðum úrslitum. Uttan hesi amboð hevði ikki verið gjørligt at alt fiskin fram til fulla tøkustødd, sum vit nú hava gjørt. Fiskurin, sum verður kruvdur í dag, vigar omanfyri 7 kg og er av allarbestu dygd.

Tá tað kemur til nýggja útseting, so eru eisini nøkur atlit, sum vit verða noydd at halda okkum til. Smoltið, sum skal setast út á Vágsfjørð, skal eftir ætlan út í apríl mánaða. Sambært galdandi lógarkrøvum er ásett ein hvílitíð á tveir mánaðir fyri fjørðin, áðrenn nýggjur fiskur kann setast út aftur. Sostatt skal fjørðurin vera tómur 1. februar, um gjørligt skal vera at seta út 1. apríl. Hetta fara vit ikki at klára – men hava nú sum mál at klára hetta fýra vikur seinni. Tað ber ikki til at útseta útsetingina longur, tí onnur aliøki, sum eisini skulu hava smolt, koma beint aftaná Vág. Hesi smolt verða klár í juni/juli. Fyri at smoltstøðirnar skulu megna at hava smoltið klárt, er neyðugt at fáa fiskin til økið á Vágsfirði út av smoltstøðunum áðrenn.

Bakkafrost hevur avgjørt at byggja kryvjivirkið í Vági út til tess at hetta kann nøkta tørvin á kapasiteti, tá laksurin á alifirðunum skal takast. Bakkafrost yvirtók sum kunnugt Faroe Farming herfyri, og fóru vit beinanvegin í gongd við at byggja nýtt kryvjivirki í gamla Polarfrost. Verandi virkið er avmarkað í kapasiteti, og er ikki tíðarhóskandi. Tí vóru møguleikarnir tvinnir, antin at niðurleggja virkið ella at byggja annað tíðarhóskandi virki við nøktandi kapasiteti.

Seinna loysnin varð vald, og eftir eina munandi útbygging verður virkið ætlandi liðugt í summar. Ætlanin er sostatt at kryvjivirkið í Vági skal kryvja allan fisk frá aliøkjunum í Suðuroy, og vænta vit at hetta við tíðini eisini fer at geva meining fyri felagið. Neyðugt er at virkið klárar at tøma ein fjørð við áleið 5.000 tonsum innanfyri tveir mánaðir, t.v.s. umleið 40 arbeiðsdagar, og tað fer nýggja virkið at megna; men inntil nýggja virkið er klárt, er neyðugt at nýta aðrar møguleikar, soleiðis at alivirksemið í Suðuroy skal megna at halda seg innanfyri bæði lúsamørk og aðrar lógarásettar treytir.

Facebook viðmerkingar