Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Regin Mohr Mortensen 40 ár á Føroya Tele

Í dag hevur enn ein av teimum heilt trúgvu og drúgvu dreingjunum starvast á Føroya Tele í samfull 40 ár.

 

Ágrýtin, motiveraður, dugnaligur og altíð til reiðar, nátt sum dag. Hetta eru orð, ið starvsfelagarnir seta á Regin Mohr Mortensen, sum í dag hevur starvast í 40 ár hjá Føroya Tele.

Tá ið Regin byrjaði í 1973 vóru uppgávurnar lutfalsliga ikki nógv øðrvísi enn í dag. Tøknin var sjálvsagt ein onnur tá, men høvuðsuppgávurnar vóru stórt sæð tær somu sum nú at tryggja fjarskifti millum oyggjarnar og millum felagar.

Regin hevur tikist við allar tøkniligar avbjóðingar, sum Føroya Tele varðar av í Suðuroynni. Hægstu raðfesting hevur tøknin kortini fingið, sum samanbindur bygdirnar í Suðuroynni við hvørja aðra og við restina av landinum.

Regin fæst m.a. við viðlíkahald av Televarpinum og av FM, SVF og millumbylgjusendistøðini hjá Kringvarpinum. Hann hevur heldur ongantíð hildið seg aftur, tá arbeiðast skal í meistrum, sum krevur stórt dirvi.

Regin hevur hingið nógvar tímar samanlagt í meistrunum á Hestinum og Spóafelli, sum eru 50 metrar høgar, og í meistrini á Akrabergi, sum er 140 metrar høg, har hann hevur umvælt radiolinkar, káplar og antennur v.m.

Í hálvfjersunum var ikki tíð brúkt upp á viðlíkahald av GSM- basisstøðum, men fartelefonir vóru kortini longu tá. Hetta vóru manuellar UHF biltelefonir, sum kravdu nógvar viðlíkahaldstúrar niðan á Froðbiarkamb.

Seinni kom so NMT fartelefonin og nú GSM 3G, sum Regin viðlíkaheldur her suðuri. Talan er enn um útgerð, ið oftast er illa atkomulig og trupul at fáast við um veturin, men Regin í einum Toyota Land Cruiser klárar tað mest ótrúliga.

Hugurin at arbeiða er enn tann sami:

“Je havi altíð dámt líka væl hetta arbeiðið, og je tími enn væl. Hetta hevur eisini verið ótrúliga spennandi øll árini, og je havi arbeitt saman við nógvum sera dugnaligum og fryntligum fólkum,” sigur Regin Mohr Mortensen.

40 ára dagin hevur Regin valt at halda saman við starvsfelagum í Suðuroynni.

Føroya Tele ynskir Regin hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum.

Kelda: Heimasíðan hjá Føroya Tele

 

Facebook viðmerking