Lýsing eftir frítíðaravloysarum til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðinum frá 15. juni 2018 til 31. august 2018 í skiftandi vaktum.

Søkt verður eftir:

Sjúkrarøktarfrøðingum
Heilsurøktarum
Heilsuhjálparum
Reingerðisfólki

til hesi starvsøkir:

Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
Røktarheimið Hamragarður
Eldrasambýlið í Hvalba
Eldrasambýlið í Vági
Heimatænastuna

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Upplýsingar
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til
Daimi Kjærbo, eindarleiðara tlf. 793503

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
Teldupostadressa: bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist 23.februar 2018

Facebook viðmerkingar