Fyrsti venjingardysturin við Stórá

Ítróttur

Fitt av áskoðarum høvdu leita sær til Stórá seinnapartin í dag.

Suðringarnir høvdu fingið vitjan av B36 og var hetta fyrsti venjingardysturin hjá Suðringunum í ár.

Fleiri nýggj andlit vóru at síggja í grønu troyggjunum og var áhugavert at síggja hvussu hesir royndust.

Eftir bert fáar minuttir var mál til B36. Men Suðringarnir vístu góðar dygdir, teir spældu bólt rund og spældu seg fram eftir vøllinum.

Ein nýggjur leikari sum vísti sera góðar dygdir var Ganesiski miðvallaleikarin Isaac Shaze. Hann helt væl uppá bóltin og spældi seg úr nógvum støðum og so legði hann nógvar sera neyvar avlevingar.

B36 fekk eitt mál afturat, men sum heilt kunnu Suðringarnir vera væl nøgdir við fyrstu royndina í ár. Var hepni við so kundi væl okkurt mál komi til teirra eisini.

11. mars byrjar kappingin í Betrideildini

Facebook viðmerkingar