Anja Bech og Petur Muller vunnu 4. umfar í sjavs

Til 4. umfar í sjavs, sum varð spælt 25. januar, vóru 14 pør. Og vinnandi parið gjørdist Anja Bech og Petur Muller.

Úrslitið av kappingini var hetta.

Nr. 1. Anja Bech og Petur Muller, 4 stig hvør

Nr. 2. Poul Erik. Jacobsen og Jákup Joensen, 3 stig hvør

Nr. 3. Eirikur Poulsen og Egon Jacobsen, 2 stig hvør

Nr. 4. Eyðálvur Bech og John Bech, 1 stig hvør

Úrslitið førir við sær, at Anja Bech og Petur Muller nú við 8 stigum fara uppá eitt ájavnt 2. pláss við Eyðtór Joensen. Birgir Jørgensen er enn fremstur í sjavskappingini við 10 stig.

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Facebook viðmerkingar