Størv í Heimatænastuni í VEKS

Størv Tekstlýsingar

Vit sóknast eftir heilsuhjálparum og heilsurøktarum til virksemi okkara á

Korndalsbýlinum, Eiði

Mørkini, Streymnesi

Heiminum á Grønanesi, Vestmanna

 

Byrjunardagur skjótast tilber

Starvsbrøkur eftir nærri avtalu

 

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • Viðkomandi útbúgving
  • Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

 

  • Fjølbroytt størv
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Skipaða innleiðslu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til adressuna: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. februar 2018 kl. 12.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Miu Pedersen, leiðara fyri VEKS Vestur, á telefon 793231.
  • Poulu Reinert-Petersen, leiðara fyri VEKS Eystur, á telefon 793251.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo

Facebook viðmerkingar