Fólkatalið vaks í 3 kommunum í Suðuroynni

5Í SFólkatalið í Suðuroynni stóð at kalla í stað í 2017, vaks við 7 frá ársbyrjan til ársenda. Men verður hugt eftir kommununum í oynni, so vaks fólkatalið í 3 kommununum, meðan fólkatalið minkaði í 4 kommununum.

Størsti vøksturin var í Porkeris kommunu, har fólkatalið vaks frá 295 til 313 frá 1. januar til 31. des. 2017. Talan er um vøkstur á 6,1%. 

Í Sumbiar kommunu vaks fólkatalið við 7, frá 351 til 358 og var talan um ein vøkstur á 2,0%.

Í Vágs kommunu vaks fólkatalið úr 1.356 uppí 1.365 fólk, ein vøkstur á 0,7%.

Í hinum fýra kommununum í oynni, Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins og Hovs kommunu minkaði fólkatalið í 2017.

Størsta minkingin var í Fámjins kommunu har fólkatalið minkaði úr 84 niður í 79, ein minking á 6,0%. Í Hovs kommunu minkaði fólkatalið við 6, soleiðis at tað við árslok 2017 búðu 98 fólk í Hovi, ella 5,8% færri enn við ársbyrjan 2017.

Í Hvalbiar kommunu minkaði fólkatalið úr 693 niður í 683, ein minking á 1,4%. Meðan fólkatalið í Tvøroyrar kommunu minkaði úr 1.726 niður í 1.720 fólk, ein minking á 0,3%.

Facebook viðmerkingar